Frostnætur í væntu

Nú ræður um at skøða bilin, og seg sjálvan, væl

Eitt brúgvalag við regni og øtlandi vindi av suðri nærkast Føroyum, men leggur seg væntandi beint sunnan fyri Føroyar og verður liggjandi. Mitt í vikuni fer eitt lágtrýst á veg í ein landnyrðing væntandi framvið beint eystan fyri Føroyar og hevur við sær regn og ælaveður av útsynningi. Seinni í vikuni nærkast enn eitt lágtrýst ­av útsynningi.

 

Veðrið í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum seinnapartin minkar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Framvegis skýggjað og regn av og á. Í nátt minkar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Lutvíst klárt og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin minkar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 6 og 9 stig. Um kvøldið minkar hann vindin í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum minkar í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin um 5 stig. Um náttina snarar hann í ein útsynning og verður lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Okkurt æl, men onkrir sólglottar og um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein landsynning og eystan og veksur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Um náttina hækkar hann í landnyrðing og norðan. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar og um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðing og norðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og veskur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar og um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 6 hitastig.