Eitt lágtrýst, vestan fyri Norðurnoreg, fer í ein eystan. Eitt hátrýst í ein útsynning úr Írlandi fer í ein landsynning og letur mánadagin upp fyri brúgvaløgum við lýggjari og slavnari luft av vesturættum. Mikunáttina byrja brúgvaløgini at førka seg í ein sunnan og køld polarluft við ælum, sum frá líður vátaslettingur ella kavi, trokar seg inn yvir Føroyar av norðri.
Í dag
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og kanska onkrir sólglottar, seinnapartin dregur samanum, men framvegis turt. Hitin í dag millum 4 og 8 stig. Í nátt øtlar hann veðrið í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn og hitin millum 2 og 7 stig.
Mánadagin
Hann øtlar veðrið í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind um náttina, 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, tó okkurt æl. Um náttina meiri skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul og hækkar í ein norðan og landnyrðing, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn, men út á dagin klárnar í, serliga norðanfyri. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina veksur hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, í støðum frost.
Mikudagin
Hann veksur vindin í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind um náttina, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina niður í 4 kuldastig.
Hósdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av høgætt, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og framvegis ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina millum 4 kuldastig og 2 hitastig.









