Frosthvarv er ársins sangur

Frosthvarv hjá Hamferð er ársins sangur. Tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, sum kunngjørdi at tungmálmsbólkurin vann heiðurin.


Sostatt hevur tungmálsbólkurin vunnið sína fyrstu FMA-virðisløn í kvøld. Bólkurin er tilnevndur tríggjar virðislønir í ár. Tær eru Ársins sangur, Ársins bólkur/einstaklingur og Ársins Videolag, umframt at forsangarin er tilnevndur til Ársins sangara. Tað er tó longu greitt, at bólkurin ikki vinnur Ársins videolag ella at Jón Aldará vinnur Ársins sangara, men bólkurin kann enn vinna virðislønina fyri Ársins bólkur/einstakling.


Hetta er triðju ferð, at Hamferð vinnur eina FMA-virðisløn. Í 2014 vann forsangarin Jón Aldará heiðurin sum Ársins sangari og sama ár vann bólkurin Ársins útgávu fyri útgávuna Evst.


Bólkurin hevur einans givið nøkur fá stakløg út í ár, men gav í januar út útgávuna Támsins Likam og fer seinni í ár á konsertferð í Evropa. So líkindini fyri at vinna fleiri FMA-virðislønir næsta ár munna vera heilt góð.


Hini sum vóru tilnevnd til Ársins sang vóru Tað er løtan - Eyðun Nolsøe, Trong troyggja – Altverkið, Crazy foggy - Kristina Bærendsen og Mítt vakra Føroya land - Janus Wiberg Mortensen.