Í dag kemur fløgan við Frostfelt út. Fløgan ber heitið I have a TV set.
Líggjas Olsen, kendur úr eittnú Dejavu, er maðurin aftanfyri nýggja bólkin Frostfelt.
Hann hevur í samband við nýggju útgávuna havt nakrar konsertir síðstu vikurnar, og tí hevur verið bíðað eftir hesi fløguni.
Nú er so dagurin komin, har fløgan við Frostfelt verður givin út.










