Frostfelt, sum er Líggjas Olsen, fer at framføra í Sirkus í kvøld.
Hann er kendur eittnú úr bólkinum Dejvu, men nú er hann á egnum beinum, og á gáttini við egnari EP, haseferð undir navninum Frostfelt.
Líggjas fer at spæla løg av komandi EP'ini "I Have A Tv Set", sum kemur út í
næstu viku. Longu ímorgin verða tó nakrar fløgur til sølu niðri í Sirkus.
Líggjas fer á pall í Sirkus í kvøld klokkan 21:30.