Frost veksur um virksemið

Kølifyritøkan Frost er farið í samstarv við íslendska fyritøku, og teir kunnu nú bjóða kundum sínum stórar køliskipanir Ein av framsýnarunum á North Atlantic Fish Fair erf kølifyritøkan Frost.

Annar av eigarunum, Eirik Sundar Hansen, letur væl at vitjanunum. Fyrrapartin í dag, leygardag, hevur tó ikki verið so nógv fólk á gátt, men bæði í gjár og fyrradagin vitjaðu heilt nógv fólk.

Frost hevur higartil bert fingist við smærri køliskipanir, men nú teir eru farnir í eitt samstarv við íslendingar, kunnu teir bjóða kundunum risastórar køli- og frystiskipanir til eitt nú flakavirkir og líknandi.

- Møguleikarnir eru so ógvuliga nógv størri nú. Nú kunnu vit nøkta allan tørv innan køling og frysting, tað kundu vit ikki frammanundan, sigur Eirikur Hansen.

Samstarvið við íslendingar hevur eisini ført við sær, at íslendingarnir nú eiga triðing av Frost.