Frost og vátaslettingur í væntu

Eitt lágtrýstsøki beint eystan fyri Ísland fer spakuliga í ein eystan og í dag fara tilhoyrandi brúgvaløg framvið Føroyum av útnyrðingi. Síðani kemur ein kaldur streymur av óstøðugari luft og ælaveðri av norðri, sum týsdagin og hósdagin eitt skifti verður avbrotin av einum brúgvalagið við regni.

 

Í dag

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin fer í ein vestan og útnyrðing og øtlar eitt vet. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin 7 ella 8 stig. Í kvøld øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, men út á náttina makar hann nakað. Skýggjað og regn av og á, men sum náttin líður klárar hann í av norðri, tó okkurt æl, lutvíst við heglingi ella vátakava. Hitin millum frostmarkið og 3 stig, í støðum frost.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Fyrrapartin ælaveður við vátaslettingi ella kava, annars yvirhøvur turt og eitt skifti sólglottar. Hitin um 3 hitastig. Um kvøldið lækkar hann í ein landsynning og øtlar út á náttina í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og um náttina regn, møguliga vátaslettingur. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig, men sum náttina líður nakað lýggjari.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum fer yvirum í ein útsynning og vestan. Um náttina hækkar hann í ein útnryðing. Skýggjað og regn, seinnapartin samdrigið og æalveður, um náttina møguliga heglingur ella vátaslettingur. Hitin um 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátaslættings- ella kavaæl, um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum og í støðum frost.

 

Skírisdag

Hann lækkar vindin í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Sunnanfyri verður hann vestan sum frá líður. Sum frá líður skýggjað og seinnapartin regn. Um náttina hækkar hann aftur vindin í ein landnyrðing og síðani makar hann nakað, hann klárar í, men tó ælaveður. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.

 

Langa fríggjadag

Hannø øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, men út á náttina makar hann vindin nakað aftur. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst við heglingi. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig, í støðum frost.