Frost komandi næturnar

Ein streymur av norðri við vetrarælum liggur komandi dagarnar yvir okkum. Seinni í vikuni fara lágtrýst, á veg í ein eystan, framvið sunnan fyri okkum, áðrenn ein streymur av køldum norðanvindi og vetrarælum aftur leggur seg yvir landið.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind, um 15 m/s, men í nátt makar hann vindin nakað. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum heglingur, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig, í nátt niður í 3 kuldastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt regnæl, vátaslettingsæl ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum spkauliga lækkar í ein eystan og landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar, um náttina skýggjað aftur. Hitin um dagin millum 1 kuldastig og 3 hitastig, um náttina niður í 6 kuldastig.

 

Leygardagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina yvirhøvur av landnyrðingi. Sólglottar, men møguliga okkurt vetraræl. Hitin um dagin millum 0 og 5 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Gamlaárskvøld

Hann makar vindin í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig.

 

Nýggjársdag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar í lot til andøvsgul av vestri og suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl, seinni yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 0 og 4 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.