Frost í fleiri dagar afturat

Veðurstovurnar rokna við køldum veðri til mitt í komandi viku

 

Kalda veðrið, sum hevur ligið yvir landið seinastu dagarnar, verður liggjandi í nakrar dagar afturat.

Veðurstovurnar rokna við, at tað verður kalt í veðrinum líka framtil mikukvøldið í næstu viku. Hesar komandi daganar verður hitalagið um frostmarkið, og onkrar løtur niður í 2-3 kuldastig.

Veðurstovurnar rokna við, at hósdagin broytist veðrið, og tá verður lýggjari – millum 3 og 7 hitastig.