Petur Skeel Jacobsen sigur, at ein kuldabrúgv við Føroyar og síðani ein kaldur hægøttavindur, førir til, at hitamátarin komandi dagarnar fer at krúpa undir frostmarkið.
Hósdagin seinnapart verður eitt lot til andøvgul av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum frostmarkið og trý stig.
Fríggjadagin verður upp í ein strúk av norði, seinnapartin upp í hvassan vind. Kavaælingur og hitalagið um frostmarkið.
Flaggdagin verður hvassur vindur upp í storm av landnyrðingi og norði og kavaælingur. Hitalagið millum minus fýra og null stig.
Sunnudagin og mánadagin verður hvassur vindur upp í skrið av norði og útnyrðingi og kavaælingur, men eisini sólglottar. Frostveður.










