Eins og so manga aðrastaðni fara eisini runavíkingar at sláa tunnu um nakrar dagar í kjallarum, uttandura og aðrastaðni.
Tað er tó ikki á hvørjum degi, at runavíkingar fáa høvi at síggja tunnusláing á sjónum. Men tað er júst eitt tiltak av slíkum slagi, sum Eysturoyar Froskmannafelag fer at skipa fyri leygardagin.
Byrjað verður um morgunin og sær skráin sera forvitnislig út.
Undir oyggjarnar
Eysturoyar Froskmannafelag er rættiliga nýtt felag, og varð stovnað 26. mai í fjør. Felagið hevur í dag 20 virknar limir í nógvum aldrum.
Felagið hevur longu skipað fyri fleiri tiltøkum. Tey hava m.a. verið við Norðlýsinum undir Nólsoynni og undir Hestoynni.
Leygardagin komandi er so ætlanin, at felagið skal markera seg rættiliga við hesi tunnusláingini í bátahylinum í Runavík.
Byrjað verður longu kl. 9:30 við morgunmati í húsunum hjá eldrafelagnum "Nón", har øll eru vælkomin.
Tá øll hava etið verður farið oman í sjálvan bátahylin, har so froskmenn og froskkvinnur fara at sláa tunnu á sjónum um 11:30-tíðina. Aftaná verður heit suppa at fáa.
Um kvøldið fara so limirnir í felagnum at hugna sær uppi á turrum, tá teir sjálvir fara at sláa tunnu enn einaferð henda dagin. Hetta verður í "Smáttuni" í kjallaranum hjá Føroya Tele.
Í hesum sambandi er møguligt hjá áhugaðum fólkum at tekna seg sum lim í felagnum.