Froskmannafelagið á dyr

Tórshavnar Froskmannfelag er við sínum 140 limum blakað á dyr. Fyrst varð felagið blakað úr Reinsarínum, og nú skal garasjan rívast niður, so ein nýggj Perla kann byggjast í staðin

Í seinastu viku frættist um ætlanir hjá Tórshavnar kommunu um at ríva garasjuna í Tórsgøtu niður, sum Tórshavnar Froskmannafelag hevur húsast í. Ætlanin er at ein nýggj Perla skal byggjast á staðnum, ið skal vera nýggja spælistaðið í Havn.

Trupulleikin er bara tann, at har húsast eitt felag, sum í gjár varð sett á gøtuna, uttan at hava fingið hóskandi hølir í staðin. Talan er um Tórshavnar Froskmannafelag. Felagið hevur seinastu árini verið flutt runt í ymisk høli. Fyrst skuldi felagið út úr Müllers Pakkhúsi, síðan var felagið tveitt úr ovaru hædd á Reinsarínum, og nú er felagið biðið um at flyta síni ting út úr garasjuni. Uttan ávaring.

- Hetta er ein katastrofa. Nú standa vit við ongum. Vit hava verið víst í hølir í Saltsøluni, sum í orðsins rætta týdningi má sigast at vera ein fyribils loysn, tí har kunnu vit als ikki vera, sigur Ingi Sørensen, ein av virknastu kavarunum í felagnum.


Stór skomm

Tórshavnar Froskmannafelag er tað næst elsta í ríkinum, og varð tað stovnað í 1957. Felagið hevur 140 limir, og millum uppgávurnar hjá Froskmannafelagnum er at hjálpa til, tá vanlukkur henda á sjónum, og at taka sær av árliga ruddingardegnum á vágni. Hølini hjá Froskmannafelagnum verða fyrst og fremst nýtt til kompressararúm, har kavarar fylla luft á fløskurnar.

- Tað er hjartað á felagnum. Tað, sum nú hendir, er at vit hava einki høli til at halda fundir í ella har limir kunna hittast. Tað er stór skomm. Vit hava havt vitjanir av øðrum feløgum úr Danmark, og tá er tað pínligt ikki at hava eitt høli, at vísa fram, sigur Ingi Sørensen.

Ingi Sørensen stúrir fyri at felagið fer í upploysn um ikki okkurt verður gjørt við støðuna. Nýggju hølini egna seg ikki til Froskmannafelagið, og limirnir harmast um umstøðurnar.

- Vit høvdu eina munnliga avtalu við kommununa, um hølini, vit hava húsast í. Tá vit so vóru útblakað úr Reinsarínum, lovaði kommunan eina kompensatión fyri køk, brúsurúm og uppihaldsrúm, vit høvdu innrættað á loftinum í Reinsarínum. Men kommunan hevur ikki hildið sítt lyfti, og standa vit nú á gøtuni við eini óbrúkligari loysn, sigur Ingi Sørensen.