– Okkara felag, Tórshavnar Froskmannafelag, hevur síðani fyrst í 60'unum roynt at ávirkað landsins myndugleikar og politikarar til at fáa ein dekompressingstanga hendanvegin fyri at minka um vandan fyri, at frítíðar- og vinnukavarar skulu fáa álvarsligt mein av kavarasjúku, emboli o.a.
Tað sigur Knúd Bjørk, sum er royndur kavari og nevndarlimur í Tórshavnar Froskmannafelag.
Hann vísir á, at hetta eydnaðist umsíðir, og hevur tað verið til gagns fleiri ferðir.
– Men nú skal tað, av onkrari orsøk sparast burtur uttan somikið sum at spyrja ella royna at finna eina aðra loysn. Nú verður einasti møguleiki hjá einum kavara, sum kemur illa fyri , at fara niðuraftur. Vit reypa okkum av at hava Heimsins reinasta sjógv, og vit hava eitt lívfrøðiligt margfeldni, sum kanska ikki hevur sín líka nakrastaðnis í heiminum. Men eingin torir, ella sleppur at royna seg við kavaraferðavinnu, sum er ein skjótt vaksandi vinna, ið her á landi kann rekast alt árið. Tað er bara tað, at trygdin, ikki longur, er á nóg høgum støði, sigur Knúd Bjørk.
Hann vísir eisini á, at alivinnan kann fáa tørv á kavarum alt samdøgrið.
– Nú kann tað vera ein spurningur, um tað verður loyvt at brúka kavarar, tá tangin ikki er tøkur, fíggjarligi missurin kann skjótt gerast stórur, sigur hann.
– Tórshavnar Froskmannafelag heitir tí á avvarðandi myndugleikar um at royna at finna eina nýtiliga loysn, so vit framvegis kunnu siga, at vit liva í einum samfelagi, har trygdin hjá borgarunum hevur hægsta raðfesting, sigur Knúd Bjørk vegna Tórshavnar Froskmannafelag.









