Breytirnar á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy verða nú fýra í tali. Afturat svimji-, fótbólts- og hondbóltsbreyt, kemur eisini ein Adventurebreyt, sum Petur Gotfredsson, sum er einasti føroyingur, sum er útbúgvin froskmaður í donsku specialstyrkini “Frømandskorpset”, kemur at standa fyri.
Adventurebreytin er ein breyt, har náttúran er høvuðsleikpallur. Breytin er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og summarfuglar í búkin.
Umframt eitt virkið adventure lív, verða tiltøk við t.d. klintring, flallgongu, kamping og sigling. Breytin er skipað sum bland av styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin. Adventurebreytin ber brá av, at náttúran og veðurlíkindini eru viðspælarar, og eru við til at skipa, hvat er á skránni.










