Ein av teimum, sum í nøkur ár stóð í fremstu røð í føroyska søluliðnum, Bjarti Mohr, eftirlýsir tí sum hann kallar frontsoldátum í søluvinnuni.
? Vit hava ongar slíkar, sum ganga undan og krevja av okkum at vit skulu gera aðrar vørur enn hálvlidnar, og tí framleiða vit tað enn. Harvið missa vit ein stóran part av virðisøkingini av føroysku veiðuni, sigur Bjarti Mohr í einum stuttum práti við Sosialin.
Bjarti Mohr, sum saman við øðrum rekur Kongshavnar Trolarafelag, heldur eftir øllum at døma ikki, at tað er tann fallandi veiðunøgdin, sum er tann stóri trupulleikin, men heldur tað harafturímóti verða tann veruleiki, at vit enn ikki eru komin longri við framleiðsluliðnum enn til at gera hálvlidnar vørur.
Nøgdin og
prísurin fella
Bjarti Mohr sigur, at tað er munandi minni at fáa av toski nú enn tað var í fjør og í fyrraárið.
? Hagtølini fyri árið í ár vísa, at vit bert fiska tað, sum svarar til umleið 50 prosent av toski sammett við tað, sum vit fiskaðu í 1997, og tað er ein øgilig niðurgongd, sigur Bjarti Mohr.
? Hinvegin kunnu vit so gleðast yvir, at prísurin á toski er hækkaður rættiliga nógv, og tí kunnu vit selja helvtina fyri sama virðið, staðfestir hann og leggur afturat, at tað mann vera orsøkin til at eingin ger vart við trupulleikan.
Bjarti Mohr sigur, at sum tølini laga seg í løtuni, so er umleið 70 prosent av tí, sum kemur upp á land í løtuni, upsi.
? Tað keðiliga er bara, at upsaprísurin er so ótrúliga lágur. Umleið 4 krónur og 25 oyru fyri kilo. Tað ger, at nøgdin sum skal til, fyri at fáa hjólini at mala, skal vera stór, sigur hann.
Men, sum sagt, so heldur Bjarti Mohr, ikki at tað er ein beinleiðis hóttan undir samfelagnum, at veiðan er fallin so nógv.
? Nei, ikki tá ein hugsar um, at flotin er minkaður við umleið helvtini, sigur hann.
Við hesum metir hann, at tað skuldi verið grundarlag fyri at vit ikki renna okkum inn í eina slíka kreppu sum vit gjørdu fyri nøkrum fáum árum síðani.
Framleiðslan
má broytast
Sum sagt, so heldur fyrrverandi stjórin á Fiskasøluni, og núverandi reiðarin ikki, at føroyska fiskaframleiðslan er rætt samansett.
Hann vísir á, og tað hevur hann gjørt fyrr, at tað hjálpir einki bara at framleiða hálvlidnar vørur, tí føroyska samfelagið missir eina fitt av peningi við at vit ikki virka fiskin meir.
Ein stórur partur av fiskinum verður seldur aðrastaðni enn í Føroyum og tað er tí, at tað fæst meira fyri fiskin uttanlands.
? Men tað sigur seg sjálvt. Hjá skipunum snýr tað seg um at fáa sum mest fyri fiskin, og tá vit ikki fáa meira við at landa í Føroyum, so landa vit har sum vit fáa betri prís, sigur Bjarti Mohr.
? Eg var á fiskarímessu fyri kortum, og har sá eg, at vit eru eftirbátar tá tað kemur til at framleiða lidnar vørur. Onglendingar, skotar og aðrir framleiða lidnar vørur, meðan vi liggja og framleiða hálvlidnar. Ein partur av orsøkini til tað er, at vit hava ikki sølufólkini, sum krevja av okkum, at vit leggja framleiðsluna um. Vit hava ikki teir frontsoldátarnar, sum siga, at nú er tíð at leggja á annan bógv, sigur Bjarti Mohr.
Men so er spurningurin hvussu vit fáa hendur á hesum fólkunum. Er tað neyðugt, at teir eru føroyingar, hesir frontsoldátarnir?
? Nei, tað haldi eg ikki. Tað er heldur ein spurningur um hvat vit vilja við okkara vinnu. Um vit vilja fáa tað burturúr henni sum vit kunnu. Vit mugu staðfesta, at ein stórur partur av virðisøkingini, sum er á føroyskum fiski fer fram í øðrum londum enn í Føroyum, og tað er ikki skilagott, sigur Bjarti Mohr, fyrrverandi stjóri á Fiskasøluni.
Tí heldur Bjarti, at sølufyritøkurnar í Føroyum eiga at leggja á annan bógv. Tær eiga at sleppa burtur úr vanatankanum at føroyingar framleiða blokk og aðra hálvlidna vøru, og ístaðin fara at brúka kreftirnar upp á at framleiða vørur, sum kasta nógv meira av sær til samfelagið.
Bæði til skipini, sum føra veiðuna til lands, og til tey fólkini sum starvast í vinnuni. Góðskingin av vøruni, og harvið inntøkurnar skulu flytast »heim« til Føroyar, heldur enn at hita búskapin í øðrum londum










