Grein úr Politiken:
Aske Munck
aske.munck@pol.dk
Paris
Tað gekk ikki sum ætlað. Franski forsetin hevði uttan iva vónað, at vitjanin hjá libiska leiðaranum í franska høvuðsstaðnum ikki vakti serligan ans, og at franskmenn fóru at gleðast um milliardavtalur, sum vórðu undirskrivaðar í samband við vitjanina.
Men so var ikki.
Fyrst var tað manglandi evnini at velja røttu løtuna. Stórsligna vitjanin lá samstundis sum sjálvur altjóða mannarættindadagurin, 10. desember, og hetta fekk franska ráðharran í mannarættindum at siga, at Frakland »ikki átti at vera duramotta hjá einum einaræðisharra at turka blóðugu føtur sínar á«. Og fyri at leggja stein oman á byrðu fall vitjanin eisini samanstundis, sum ein parlamentarisk nevnd fór undir at kanna, um Gaddafi hevði fingið lovað ein stóran vápnahandil aftur fyri at lata bulgarsku sjúkrasystrarnar leysar fyrr í ár.
Og so var tað sjálv vitjanin. Franska tjóðin var vertur hjá Gaddafi í ikki minni enn fimm dagar, og tað var ikki eiti á gestablídni. Har vóru fanfarur, sum bara søguliga sameind lond fáa. Og »stóri libiski leiðarin« slapp at spæla ferðandi í jólastákanini, so stórir partar av París máttu leggjast oyði av trygdarávum. Brýr vórðu stongur, tá Gaddafi fór ein túr á Seinne, og Louvre og nærliggjandi gøtur vórðu stongd, tá hann hugdi eftir Monu Lisu, áðrenn hann at enda fór á veiðuferð í parkunum við Versailles borgina.
Vinstrasinnaða blaðið Libération var egghvast í sínum atfinningm av stóru statsvitjanini. »Ein ótrivaligur einaræðisharri við olju í lummunum og týning og kúgan á samvitskuni slapp at trampa runt í tjóðartignini og alheimsrættindunum í seks dagar,« skrivar blaðið.
Le Mone er enn hvassari. »Man hevði væntað eitt ávíst varsemi. Men í staðin legði tjóðin seg niður á øll fýra fyri hesum óstýriliga íspegili. Tað sum skelkar, er ikki so nógv, at Gadaffi vitjar, men heldur hvussu hann verður strokin við hárunum, « sigur blaðið í einum sjáldsama súrligum forsíðuleiðara.
Claude Imbert, viðmerkjari í vikublaðnum Le Pont, er samdur. »Mannarættindini – hornasteinurin í franska politiska arvinum – hava tað ikki gott. Við Ruslandi, Kina, Algeria - og nú sum krúnan á verkinum, Libia – hava vit blakað okkum út í ein løgnan realpolitiskan dans, skrivar Claude Imbert.
»Tí gott nokk fekk Sarkozy bulgarsku gíslarnar úr Libia, men Gaddafi hevur hinvegin fingið eina krúning í París í skreyt og skrúð, « staðfestir hann.
TANN EINASTI, sum veruliga hevur vart realpolitikkin hjá Sarkozy, er viðmerkjarin François d’Orcival í Le Figaro Magazine.
»Tað er bara at hyggja at tølunum fyri okkara samhandli við hesi lond, so er lætt at skilja, hvat hann ger: Tað eru undirskot allastaðni. 18 milliardir evrur í handlinum við Kina, næstan 5 milliardir evrur við Rusland, og frá Libia keypa vit olju fyri á leið 2 milliardir evrur, meðan vit bara selja vørur fyri á leið 430 milliónir evrur, « sigur hann.
Jú, jú. Tað er fínt við búskaparligum grundgevingum, svarar Le Monde aftur. »Eingin væntar, at Sarkozy skal seta moralskar handilsforðingar í verk, men realpolitikkur útihýsir ikki støðufesti. Týski kanslarin, Angela Merkel, er alt annað enn varðin í sínari verju av mannarættindum. Men hetta hevur ikki forðað Týsklandi at hava handilssamstarv við hesi lond, « staðfestir Le Monde
Úr stjórnarflokkinum, UMP, royndi Patrick Ollier at verja stóra leiðaran, »Gadaffi er ikki tann sami sum fyri tjúgu árum síðani. Hann hungrar eftir viðurkenning og lesur harumframt eisini Montesquieu«, segði hann varliga í fronskum sjónvarpi.
Gaddafi hevur neyvan lisið brotini um trýbýtta valdið, men uttan iva dvølt leingi við orðingina, har Montesquieu hálovar altjóða handli sum ein framúr miðil at stuðla undir friðarligari millumtjóða samtilveru. Sama brot sum Sarkozy eftir øllum at døma byggir sín uttanríkispolitikk á.
Spurningurin er bara, um hann hesuferð er farin ov langt. Tað sær tað út til, at fransmenn halda. Veljarakanning vísir, at 81 prosent taka undir við atfinningunum hjá Rama Yades, ráðharra í mannarættindum, ímóti vitjanini hjá libiska einaræðisharranum í franska høvðusstaðnum.









