Fronsk matstova í Fútastovu

4. oktobur letur fyrsta franska matstovan í Føroyum upp í Fútastovu. Høvuðskokkur verður avstraliumaðurin Brent Morrow, sum í nøkur ár arbeiddi á Koks. Nú er hann aftur í Føroyum.

 

Hóast hann einans er 24 ára gamal, hevur Brent Morrow verið víða í gastronomiska heiminum og hevur eitt nú starvast í Avstralia, Ný Kaledonia, Ný Sælandi og Danmark á fiskamatstovum, japanskum matstovum og aðrastaðni. Hann hevur sostatt bæði hugskot, íblástur og nýggjar smakkir við sær til Føroya.

- Franski køkurin er grundarlagið undir øllum tí modernaða køkinum. Óansæð um tú ert í norðurlendska køkinum, í Sveits ella Singapor, verður franska handverkið brúkt. Og sum kokkur er tað ein frálíkur møguleiki at vísa, hvat mann veruliga dugir, sigur Brent Morrow við heimasíðuna hjá Gist og Vist.

 

Hann væntar, at føroyingar fara at taka væl ímóti nýggju matstovuni.

- Fleiri av klassisku fronsku rættunum líkjast føroyskum rættum. Tá hugsi eg ikki um tað ræsta, men eitt nú um langtíðarkókaðu grýturættirnar og fleiri eplarættir, sum líkjast tí føroyska. Tí vænti eg at føroyingar eisini fara at taka væl ímóti tí franska, sigur hann.

 

Brent Marrow fer at leggja seg eftir eini einfaldari og atkomiligari matskrá við fleiri av teimum klassisku fronsku rættunum, sum fólk í øllum heiminum elska. Hann fer sjálvandi at seta sín egna dám á fronsku rættirnar og fer at gera nógv burturúr, at maturin verður borðreiddur væl og vakurt.

 

- Fyri meg hevur tað nógv at siga, at maturin sær gott út á tallerkinum, uttan at tað gerst snobbut og stívt. Fólk skulu koma her og njóta ordiliga góðan mat fyri ein rímiligan kostnað, sigur ungi kokkurin.

 

Sum nakað heilt nýtt verður møguleiki at njóta spennandi franskar ostar í Fútastovu. Ein ostavognur við bæði fronskum og lokalum ostum, m.a. frá Arla Unika, fer at ferðast millum borðini, og kunnu gestirnir njóta ost omaná døgurðan, ella sum ein sjálvstøðugan rætt við góðum fronskum víni afturvið.

 

Matskráin verður samansett soleiðis, at møguleiki bæði verður at velja heilar matskráir við 4-5 rættum og einstakar forrættir – sonevndar hors d’oeuvre.

Sostatt kann mann fáa júst tað ein hevur hug til, annaðhvørt ein ynskir at royna smáar franskar freistingar ella eina heila matskrá.

 

Fútastova letur upp fyri almenninginum 4. oktober.