Fronsk málveitsla

Ikki færri enn tíggju mál vórðu skotin, tá Lyon og Marseille spældu toppdyst í Fraklandi um vikuskiftið. 5-5 endaði dysturin, og tvey av málunum komu í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat teimum 90 minuttunum. Og so kann leggjast afturat, at tað neyvan vóru málverjarnir, sum høvdu skuldina. Hugo Lloris og Steve Mandanda, sum vardu málini, eru nevnliga báðir í franska hópinum, sum komandi leygardag skal spæla play-off dyst móti Írlandi.