Newcastle United er gliðið stútt og støðugt niður eftir stigalistanum í ensku Premier League, og tí verður keypsgluggin nú nýtt at styrkja um hópin. Og tað verður gjørt við at keypa inn í Fraklandi.
Felagið fekk sjey milliónir pund fyri Demba Ba, ið varð seldur til Chelsea, og teir pengarnir eru ruddiliga brúktir, nú ein vika er eftir av januar keypsglugganum.
Newcastle United hevur keypt fýra franskar leikarar, og hin fimti er á veg.
Vinstri bakkurin, Mathieu Debuchy er keyptur frá Lille fyri fimm milliónir pund, og miðvallarleikarin, Mapou Yanga-Mbiwa, kemur frá Montpellier fyri 6,7 milliónir pund.
Yoan Gouffran frá Bordeaux kemur til felagið fyri minni enn eina millión pund, og skal fylla plássið hjá Demba Ba.
Verjuleikarin, Massadio Haïdara(myndin), kemur frá Nancy, og miðvallarleikarin, Moussa Sissoko frá Toulouse avvísir QPR, fyri heldur at gera ein sáttmála við Newcastle, skrivar talkSPORT.










