Tveir franskir hermenn og 17 islamistar doyðu í nátt, tá servandir franskir hermenn royndu at bjarga einum fransmanni, sum hevur verið gísli í Somalia í næstan fýra ár. Franska verkjumálaráðið sigur, at gíslin doyði eisini.
Teir fronsku myndugleikarnir hava ikki sagt meiri um tiltakið, men keldur í Somalia siga, at fransmenn brúktu fýra tyrlur í bjargingarroyndini.
Tað er heldur ikki heilt greitt, hvønn gísla talan er um, men hildið verður, at tað snýr seg um ein franskan trygdarráðgeva, sum bleiv burturfluttur í Somalia í 2009. Gíslarænararnir hava fyrr kravt, at Frakland skal gevast við at styðja somaliska forsetan, Sharif Ahmed.










