Fronsk flogfør søkt at málum í Libya

Fronsk jagaraflogfør hava nú søkt at tí fyrsta málinum í Libya. Umleið 20 fronsk flogfør eru við í átakinum í Libya. Ein talsmaður fyri franska verjumálaráðið sigur, at eitt franskt flogfar søkti at einum hernaðarakfari hjá libyska stjórnarherinum.

Talsmaðurin vildi ikki siga, hvar í Libya álopið var, men at álopsmálið bleiv oyðilagt.

Seinnapartin kunngjørdi Frakland, at fimm fronsk flogfør vóru í libyskum loftrúmi, men seinni varð sagt, at umleið 20 fronsk flogfør eru við til at tryggja sivilfólkið í Libya og at steðga áganginum hjá Muammar Gaddafi.

Danmark hevur sent seks F16-jagaraflogfør til Sisilia, og tey verða klár at fara til Libya í morgin, sigur danska verjumálaráðið.