Fronsk flogfør á flogi yvir Libya

Fronsk stríðsflogfør eru á flogi uppi yvir libyska býnum Benghazi, har bardagar eru millum uppreistrarmenn og hermenn hjá Muammar Gaddafi. Tað sigur franska sjónvarpið BFMT, og arabiska sjónvarpið Al Arabiya hevur váttað tíðindini.

Danmark sendi í morgun seks F16-jagaraflogfør til átakið ímóti Libya, og flogførini lendu á italsku oynni Sisilia stutt fyri middag. Men sambært donsku herleiðsluni eru tey donsku flogførini ikki klár til at fara til Libya fyrr enn í morgin.

Libya lýsti í gjár vápnahvíld, men kortini hevur stjórnarherurin søkt at Benghazi í dag. Eitt nú hevur stjórnarherurin bumbað mál í miðbýnum. Tíðindastovurnar siga eisini frá bardøgum í øðrum býum.