Fronsk einkja krevur 1,8 milliard frá Boeing

Ein fronsk kvinna hevur lagt sak ímóti Boeing fyri ikki at kunna flogskiparar nóg væl um vandan við serligum telduritbúnaði.

Ein fronsk kvinna, hvørs maður í mars doyði í eini flogvanlukku við Boeing 737 MAX-flogfari, hevur lagt sak ímóti flogframleiðararnum fyri 276 milliónir dollarar – svarandi til 1,85 milliardir krónur. Tað upplysir sakførari hennara í dag.

Tilsamans 157 fólk doyðu í flogvanlukkuni við einum flogfari frá Ethiopian Airlines í Etiopia 10. mars.

Flogvanlukkan hendi minni enn hálvt ár eftir at eitt annað Boeing 737 MAX-flogfar frá Lion Air eisini datt niður. Tað var síðst í oktober í fjør í Indonesia, og tá doyðu tilsamans 189 fólk.

Franska einkjan Nadege Dubois-Seex, hvørs maður, Jonathan Seex, doyði í etiopisku flogvanlukkuni, legði sak ímóit Boeing í gjár.

Sambært sakarkravinum hjá kvinnuni læt Boeing vera við at kunna sínar flogskiparar á rættan hátt um vandan við einum serligum telduritbúnaði í Boeing 737 MAX-flogførum.

Aðrar familjur hava eisini áður lagt sak ímóti Boeing.

Flogframleiðarin viðgekk fyri fáum døgum síðani fyri fyrstu ferð, at tað var ein villa í ritbúnaðinum, sum hevur samband við 737 MAX-flogførunum.

Sambært Boeing hevur tann ritbúnaðurin, sum flogskipararnir nýta til at venja seg við 737 MAX-flogførini, ikki megnaðu at venja tey flogviðurskifti, sum minna um tey við teimum báðum vanlukkunum.

Nýggjar broytingar fara tó at »bøta um venjingina, sigur Boeing.

Tað er ein broyting í ávarningarskipanini í 737 MAX-flogførunum, sum verður hildin at vera orsøk til tær báðar vanlukkurnar.

Ávaringarskipanin var ment til at ávara flogskiparar, um onkur av sensorunum ikki gav nøktandi ella skeivar upplýsingar til stýrhúsið um hallið hjá flogfarinum.

Men Boeing upplýsti fyrst í mai, at tey fleiri mánaðir áðrenn flogfarið kom á marknaðin í 2017 vistu, at ávaringarskipanin bert virkaði, um ein valfrí funktión varð installerað.

Boeing legði tó dent á, at broytingin ikki hevði ført til ein sjálvstøðugan trygdarvanda

 

/ritzau/Reuters