Fromme leyslatin

Lynette Fromme, sum í 1975 peikaði eina skammbyrsu móti Gerald Ford, forseta, er nú leyslatin aftur eftir 34 árum í fongsli. Fromme var ein av lærusveinunum hjá illa lýdda Charles Manson, og hon peikaði í 1975 eina skammbyrsu móti Ford, forseta, men trygdarvørðan avvápnaðu hana, áðrenn hon náddi at skjóta.

Kanningin vísti, at kúlur vóru í skammbyrsuni, men at hon kortini ikki var »upptrekt«, og harvið klár at lata skot av. Heta royndu verjarnir at nýta sum prógv fyri, at hon ikki veruliga ætlaði at skjóta Gerald Ford.

Nevningarnir trúðu kortini ikki hesum og dømdu hana til lívlanga fongsulsrevsing.

Harkaliðið hjá Charles Manson, nevnt »The Manson Family« hevur fleiri morð á samvitskuni, hitt mest kenda morðið á Sharon Tate, konu kenda leikstjóran, Roman Polanski. Hon var full upp undir hendur, tá morðið varð framt.