From sleppur nú at spæla

Nýggi danin í Runavík, Karsten From, er nú klárur at tørna til fyri NSÍ. Mánakvøldið avgreiddi FSF málið

Tað elvdi til ikki sørt av ónøgd í NSÍ, at nýggi áleyparin Karsten From ikki slapp at spæla við ímóti GÍ sunnudagin, sum NSÍ annars vann 1-0.
NSÍ sendi Fótbóltssambandinum pappírini fríggjadagin eftir middag, men FSF hevði ikki avgreitt málið áðrenn dystin sunnudagin, og tað vóru runavíkingar sera ónøgdir um.
Mánakvøldið varð málið tó avgreitt, og Karsten From kann spæla við í komandi landskappingardysti hjá NSÍ, sum verður ímóti VB í Vági tann 24. august.

Eingir trupulleikar
Hetta kvøldið hevði sáttmálanevndin hjá FSF fund um málið, og hon góðkendi skiftið hjá Karsten From úr Havn til Runavíkar. Hetta upplýsir Dánjal Andreasen, formaður í FSF.
Dánjal Andreasen sigur, at Karsten From og HB undirskrivaðu sáttmála áðrenn dystin millum HB og NSÍ tann 3. august. Síðani varð hann loystur aftur frá sáttmálanum fyri at gera nýggjan sáttmála við NSÍ.
Við at undirskriva ein sáttmála gjørdist Karsten From yrkisleikari ístaðinfyri áhugaleikari, og tá er ikki neyðugt at bíða í ein mánað, áðrenn eitt felagsskifti kann gerast veruleiki, sum tað annars er hjá áhugaleikarum.
Evstamark hjá áhugaleikarum at skifta felag er 31. juli, men hjá yrkisleikarum er markið 10. august, og tí kundi Karsten From skifta felag eftir at hava undirskrivað ein sáttmála.
Runavíkingar óttaðust kanska fyri, at Karsten From varð noyddur at sita yvir í ein mánað, um FSF ikki góðkendi skiftið, men ongar forðingar vóru fyri hesum.

Skilir ikki ónøgd
Dánjal Andreasen sigur seg als ikki skilja ta ónøgd, sum ítróttarstjórin í NSÍ, Ian Højgaard, gevur til kennar í Dimmalætting.
? Eg skilji ikki ónøgdina hjá teimum. Teir kunnu ikki vænta, at vit kunnu avgreiða eitt mál, sum vit fáa í hendi fríggjadagin seinnapart, so at ein leikari kann spæla við sunnudag, sigur formaðurin í FSF.
Dánjal Andreasen sigur, at løgfrøðingurin hjá FSF, sum er Christian Andreasen var uttanlands, og hann var ikki aftur í Føroyum fyrr enn leygarkvøldið, og tí kundi málið ikki avgreiðast beinanvegin.
Dánjal Andreasen sigur, at júst henda støðan millum HB, Karsten From og NSÍ var nýggj fyri FSF og fór at skapa fordømi fyri onnur líknandi mál. Tí var ikki møguligt at avgreiða tað uppá standandi fót.