Fróði: Tað er stong út hjá HB

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá HB heldur, at tað haltar ikki við spælinum, men við málunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Fróða Benjaminsen, liðskipara hjá HB beint aftaná 2-2 javnleikin millum HB og TB á ovara vølli í Gundadali í dag. 

 

Fróði gjørdi bæði mál og sjálvmál í dystinum í dag.

 

Fróði harmast úrslitið, og enn tvey mist stig á heimavølli. Hann heldur tó, at leikliga hevði HB ein góðan dag, men hann ásannar, at HB hevur ein afturvendandi trupuleiki, og tað er, at teir megna ikki at skjóta nóg nógv mál. - Tað er stong út hjá okkum ásannar Fróði Benjaminsen.