Liðskiparin á landsliðnum og á HB liðnum, 37 ára gamli Fróði Benjaminsen, hevur boðað frá, at hetta er hansara seinasta kappingarár sum fótbóltspælari. Í dag er seinasta umfar í landskappingini, men tað er ikki vist, at Fróði verður at síggja á vøllinum.
Fróði Benjaminsen fekk ein skaða í 6-0 sigrinum á EB/Streymi, og hevur ikki vant síðani. Hann spældi eina løtu móti Víkingi farna vikuskifti, men er ivasamur til dystin ímóti FC Suðuroy í dag.
Miðvallari væntar tó, at hann klárur til landsdystin móti Rumenia, sum verður á Tórsvølli 11. oktober. Tað somuleiðis verður hansara seinasti dystur á landsliðnum.
- Tað er rúm tíð til tann dystin, so tá verið eg klárur aftur, sigur Fróði Benjaminsen, ið ger eina roynd at blíva klárur til týdningarmikla dystin í dag móti FC Suðuroy.
Fróði Benjaminsen boðaði fyrr í ár frá, at hetta verður hansara seinasta kappingarár. Tað stendur Fróði við enn, hóast hann letur hurina standa eitt lítið sindur á glopp.
- Tú skal aldrin siga aldrin, men sum nú er, so er hetta mítt seinasta kappingarár, sigur Fróði Benjaminsen.
HB spælir í dag móti FC Suðuroy. Rás2 sigur frá dystinum, sum verður klokkan 14.










