Vinnulívsmaðurin, Fróði Sigvardsen, hevur keypt bygningin á Hálsi, har Bygningssnikkaravirkið helt til í nógv ár, og har Børkin húsaðist í stuttu tíðini, sum fyritøkan hevði.
Hetta er ein rættiliga stórur bygningur, og sjálvur sigur nýggi eigarin, at samlaða gólvvíddin er 25x56 fermetrar, pluss 900 aðrar fermetrar - ella 2300 fermetrar av gólvvídd tilsamans.
- Eg havi bara keypt sjálvan bygningin og ikki maskinurnar, sum vóru í verkstaðspartinum. Tað er Banknordik, sum er seljari, og vit upplýsa ikki keypsprísin.
Fróði Sigvardsen vísir á, at bygningurin var lýstur til sølu, og eftir at hann hevði gjørt av at keypa, gekk alt rættiliga skjótt fyri seg.
- Eg eru væl nøgdur við keypið, og eg hevði ikki keypt, um eg ikki væntaði at fáa samanhang í raksturin av tí virksemi, sum eg ætli mær at hava á Hálsi.
Fróði ásannar, at bygningurin er rættiliga stórur, og tí væntar hann ikki, at hann fær brúk fyri allari gólvvíddini sjálvur, men fer at leiga ein part út til aðrar. Bara nýggi endin á bygninginum er umleið 600 fermetrar stórur.
- Eg fari at hava bæði handil og goymslu á Hálsi, og gongur alt, sum ætlanin er, verður alt virksemið flutt í nýggju hølini til heystar, helst í oktober.
Fróði Sigvardsen hevur átt lut í eitt nú Málingavirkinum á Strondum og í Norðoya Litbúð, eins og hann áður hevur selt handilin, sum hann hevði í Saltangará, til Birgir av Vollanum.
- Eg havi selt alt, sum eg hevði uttan fyri Havnina og eri nú bara virkin í høvuðsstaðnum. Men, eg havi framvegis gott samstarv við teir, ið áður havi arbeitt saman við.
Hann sigur, at tá klárt verður at flyta niðan á Háls einaferð til heystar, flytir eisini handilin, sum hann hevur í Jónas Broncksgøtu í Havn, í bygningin á Hálsi.
- Í handlinum í Jónas Broncksgøtu selji eg máling, billakk og køkar, og tá handilin flytir niðan á Háls, er ikki óhugsandi, at útboðið verður økt.
Fróði Sigvardsen vil í løtuni eink siga um, hvat hann arbeiðir við, men hann væntar, at útboðið á Hálsi verður størri og øðrvísi enn í verandi handli í Jónas Broncksgøtu.
- Jú, eg fari at reka verandi virksemið víðari, men okkurt nýtt er eisini á tapetinum, sum eg ikki vil almannakunngera enn, sigur vinnulívsmaðurin.