Leygardagin stóð Peter H. Niclasen fyri 25. ferð í FM-finaluni í einmansleiki hjá monnum í borðtennis. Fyrstu ferð var í 1984 sum bara 15 ára gamal. Hann vann ta finaluna og hevur gjørt tað tilsamans 16 ferðir, men leygardagin gjørdist hann ov stuttur, tá ið Fróði Fríðason Jensen, sum í løtuni spælir við Københavns BTK, vann 4-2 í finaluni í felags finalutiltakinum hjá borðtennis, judo og badminton í Hoyvíkshøllini.
Hetta var ikki fyrstu ferð, at Fróði gjørdist føroyameistari. Tað gjørdist hann nevniliga eisini fyri tveimum árum síðani, tá ið hann somuleiðis vann ímóti Peteri í finaluni. Tað, at hetta var aðru ferð, gjørdi tað tó ikki minni gleðiligt hjá Fróða, sum hevði trupult við at seta orð á upplivilsið.
- Hetta er stórt. Eg haldi ikki, at eg havi onnur orð enn tað, segði Fróði eftir finalusigurin ímóti Peteri H. Niclasen.
Fróði flutti síðsta summar til Danmarkar í lestrarørindum og venur við Københavns BTK. Hann metir, at tað hevur styrkt hann.
- Talan er ikki um eins nógvar venjingar sum fyrr, men tær eru nógv meiri intensar enn í Føroyum. Eg eri glaður fyri, at tað kastar eitt gott úrslit av sær, sigur Fróði, sum hevði lagt sær taktiskar ætlanir til finaluna ímóti superveteraninum.
- Eg var vísur í, at hann fór at spæla meg í bakhondina, so eg vildi spæla stuttar returar, raka hann í miðjuna og halda meg burtur frá hansara bakhond. Eg hugsavnaði meg eisini um at hava góðar servur og at vinna nakrar bóltar upp á tað, segði Fróði at enda.