Fyri triðju ferð í ár misti HB eina oddastøðu, og fekk bert javnleik, so teir standa við 12 stigum fyri tríggjar sigrar og tríggjar javnleikir, aftaná seks umfør.
Liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen harmast um, at HB misti eina tveymálsleiðslu, men hann fer ikki í panikk um tey mistu stigini, men undirstrikar, at HB er framvegis væl við í kappingini, og er við í oddinum.
Súni Olsen hjá Vìkingi stórfegnast um stríðsviljan og hugburðin hjá Vìkingi í dag, sum minti Súna á teir gomlu dagarnar hjá GÍ. Súni kundi eisini gleðast um, at gamla lið hansara FC Zwolle vann niðurlendsku steypakappingina ígjár.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Súni Olsen og Fróði Benjaminsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.