Fróði fer at byggja enn ein bygning á Hálsi

Á býráðsfundi nú seinnapartin skal Tórshavnar kommuna taka støðu til, at Waag Bilar skulu sleppa at selja eitt grundøki við Staravegin á Hálsi í Havn til eitt felag hjá Fróða Sigvardsen

Talan er um grundøkið, har bilasølan Waag Bilar hevur havt bilar standandi til sølu, við síðuna av verkstaðnum. Bilasølan er flutt úr hølunum við Hoyvíksvegin og niðan undir Krákugjógv, har felagið hevur keypt Auto Serivice.

Upprunin til málið er ein umsókn um víðarisølu av stykkinum. 

Sambært gerðabókini hjá Tórshavnar býráð er stykkið er planerað og asfalterað, men annars óbygt.

Grundstykkið verður brúkt til bilagoymslu í samband við bilasøluna sum verður rikin á grannaognini matr.nr. 1326i, Tórshavn.

 

##med2##

Grundstykkið hevur sambært gerðabókini havt ymiskar eigarar:

• 1979/1980. Kommunan selur matr.nr. 1326i, til P/F Ivan Johansen. Skeytið 163.150,- kr. Tað framgongur ikki á upprunaskeytinum, um stykkið er planerað.

• 1991. 2.614 m² verða frábýttir til matr.nr. 1326ac. Tá sami eigari. Deklaratión verður tinglýst um at stykkið ikki kann seljast uttan góðkenning frá kommununi, og hevur kommunan forkeypsrætt.

• 2004. P/F Ivan Johansen selur til Sp/f MCM. Víðarisølu skeyti 2,3 mill. kr.

• 2017 Sp/f MCM selur til P/F Waag. (Málslýsing 17/01075) Víðarisølu skeyti 8,5 mill. kr.

• 2024. Umsókn um víðarisølu. Víðarisølu skeyti 11,5 mill. kr. Seljarið er P/F Ivan Johansen Bilar, nú P/F Waag. Keypari er Sp/f Matr.nr. 1326ad. c/o Fróði Sigvardsen, stjóri. Yvirtøkudagur 01.03.2024.

Sambært umsóknini, hevur keyparin ætlanir um at byggja bygning á stykkinum.