Fróði er skaddur

Tað er ivasamt, um liðformaðurin og metmaðurin verður førur fyri sunnudagin at siga farvæl

Liðformaðurin á føroyska landsliðnum fleiri tey seinastu árini, Fróði Benjaminsen, var ikki á vøllinum í Budapest í kvøld. Orsøkin var tann, at Fróði 7. september á útivølli ímóti Finnlandi, sum vann 1-0, sá gult, og harvið var hann leikbannaður í kvøld.

Fróði Benjaminsen, sum 14. desember verður 38 ár, boðaði í juni frá, at hann eftir hetta kappingarárið fer at gevast at spæla fótbólt á høgsta støði.

 

Síðsti landskappingardysturin hjá honum var leygardagin, tá ið hann við 2-0 heimasigri á FC Suðuroy var síðstu ferð á besta HB liðnum. Hetta var 410. landskappingardysturin í bestu føroysku deildini hjá honum.

Fróði eigur metið í dystartali á landsliðnum. Hann hevur spælt 86 landsdystir. Ætlanin hevur verið, at Fróði Benjaminsen sunnudagin klokkan 17 skal spæla á landsliðnum fyri 87. og síðstu ferð.

Nú er tað ikki víst, at tað fer at bera Fróða Benjaminsen til at siga fullsetta Tórsvølli farvæl sunnudagin, tá ið Føroyar og Rumenia spæla síðsta landsdystin í hesi EM undankappingini.

 

Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á landsliðnum, sigur soleiðis:

-Fróði hevur leingi verið skaðadarvaður, og tað er hann framvegis. Í løtuni er tað óvist, um liðformaðurin verður førur fyri at spæla sunnudagin, sigur Jóannes Jakobsen.

Føroyska landsliðið fer í annaðkvøld við flúgvara hjá Atlantsflog úr Budapest og til Føroyar. Leygardagin verður venjing í høvuðsstaðnum, og sunnudagin verður punktum sett fyri hesi EM undankappingini. Tá fæst at síggja, um tað verður við Fróða Benjaminsen millum teir fyrstu ellivu.