35 ára gamli liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, er landsins besti leikari. Tað er greitt á Hvonn Live jú nú.
Fyrr í kvøld varð Fróði Benjaminsen eisini kosin ársins miðvallarleikari, og fyri viku síðani varð hann kosin ársins leikari í HB. Sostatt kunnu vit staðfesta, at Fróði Benjaminsen av sonnum hevur havt eitt megnar kappingarár.
- Eg veit ikki hvat eg skal siga, annað enn stóra takk fyri. Hetta eri eg ómetaliga fegin um, segði Fróði Benjaminsen.
Fróði gjørdist Ársins leikari í kapping við liðfelagan Christian Restorff Mouritsen og Páll Klettskarð úr KÍ.
Fróði Benjaminsen longdi fyrr í vikuni sáttmálan við HB, soleiðis at hann eisini spælir við meistarunum í 2014. Í ár spældi hann 31 dystir fyri felagið og gjørdi 11 mál.
Ársins leikari í fjør var Clayton Soares hjá ÍF.
Á hesari kykmyndini sæst løtan, tá Fróði Benjaminsen og Heidi Sevdal vóru heiðraði, sum ársins spælarar: http://www.youtube.com/watch?v=WKCuIJKq2zM&feature=youtu.be