Fróði avloysir Símun

Terje Sigurðsson er nú farin undir 19. árið sum semingsmaður, meðan Fróði Sivertsen hevur avloyst Símun Absalonsen, ið bar seg undan afturvali, sum varasemingsmaður

Fróði Sivertsen, sum er nýggjur varasemingsmaður, Símun Absalonsen, sum nú hevur lagt frá sær, og Terje Sigurðsson, sum er afturvaldur semingsmaður

Fyrsta oktober tók Terje Sigurðsson við nýggjum skeiði sum semingsmaður á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Terje Sigurðsson var fyrstu ferð valdur at vera semingsmaður fyri 18 árum síðani. Hvørt skeiðið, sum semingsmaðurin er valdur fyri, er trý ár. 1. oktober fór Terje Sigurðsson undir sjeynda skeiðið sum semingsmaður.

 

Seinastu 15 árini hevur Símun Absalonsen verið varasemingsmaður. Nú bar Símun Absalonsen seg undan at verða afturvaldur. Í hansara stað er Fróði Sivertsen valdur. Felags fyri bæði Símun Absalonsen og Fróða Sivertsen er, at teir eru løggildir grannskoðarar.

 

Ein setanarbólkur við 18 limum, sum umboðar arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar á øllum arbeiðsmarknaðinum, tilnevnir semingsfólk og varasemingsfólk.

 

Tað er gerðarrættarformaðurin í Fasta Gerðarrætti, sum stjórnar fundum í setanarbólkinum og roynir at finna fulla semja. Gerðarættarformaður í Fasta Gerðarrætti er Alfred Petersen advokatur, og tað er vinnumálaráðið, sum skrivar tilnevningarnar.

 

Fróði Sivertsen, sum er nýggjur varasemingsmaður, Símun Absalonsen, sum nú hevur lagt frá sær, og Terje Sigurðsson, sum er afturvaldur semingsmaður