Í dag, 28. desembur kl. 21.30, verður konsert við Froðbiar Sóknar Bluesorkestri á Seglloftinum. Teir hava sligið navnið fast og staðfest seg sum eitt ektað bluesorkestur. Teir meina veruliga nakað við tað, tá teir eru á palli, og blueskenslan og góð framførsla gera bólkin til nakað heilt serstakt.
Tá Jólagásin er sodnað og 2. jóladagsballið er av, hví so ikki fara til eina svingandi og festliga bluesløtu á Seglloftimum á Tvøroyri?. Bluesmanningin er Dennis Lave, Vilhelm Meyer, Dávið Jacobsen, Páll Lave, Pætur Mohr Dam og Kristian Holbæk.
Repertoirið eru tulkingar av t.d. Stevie Ray Vaughan, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton v.m.
-Og minnist til, tað er loyvt at dansa, tá bluestriolurnar fara í kroppin, sigur manningin í Froðbiar Sóknar Bluesorkestri.