Froðbiar Sóknar Bluesorkestur í Havn

Festligu limirnir í Froðbiar Sóknar Bluesorkestri spæla á Hvonn í Havn leygarkvøldið 15. oktober í samband við Tórshavnar Jazzfestival.

 

Hvar aðrastaðni úr Føroyum skuldi eitt bluesorkestur komið frá, uttan júst úr Froðba í Suðuroynni?

 

 

Hugsa um tað. Bluesurin varð upprunaliga mentur í amerikansku suðurstatunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrrverandi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólkið. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út. Hvussu passandi er tað tá ikki, at føroyskur bluesur kemur úr júst Suðuroynni? Oyggin er so gott sum oyðin, tóm fyri konufólk, arbeiðsloysið er methøgt, og líka sum í suðurstatunum, so tosa tey við eini løgnari dialekt, siga fyrireikararnir í heldur argandi tíðindaskrivi, ið tó má metast at hava ein skemtiligan grundtóna.

Nei tvætl. Um tað er sosialu umstøðurnar í Suðuroynni,i sum gera tað, skulu vit ikki siga, men í øllum førum eigur Suðuroyggin mest undirhaldandi bluesbólkin í Føroyum, sum gongur undir navninum Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, verður sagt víðari í tíðindaskrivinum.

 

Um heldur fantastiska navnið, sigur orkestrið: Tá nú Páll og Dennis Lave eru erka froðbingar, eins og venjingarhølini eru hjá Dennis í Froðba, og Froðba er elsta búpláss her Suðuroy, og alt gamalt tí eitur Froðbiar Sóknar hetta og hatta - ja, hví so ikki eisini eiga eitt Froðbiar Sóknar Bluesorkestur!

 

Tilfar fær Froðbiar sóknar bluesorkestur frá bluesmeistarum sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Fleetwood Mac, Eric Clapton og Stevie Ray Vaughan, sum síðani verður evnað til serliga Froðbiarstílin. Hetta so gott sum garanterar eina svingandi, autentiska og undirhaldandi framførslu.

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spæla frá kl 22:30