Josef Fritzl gjørdi tað, sum fáur dugir at ímynda sær: Hann burturflutti sína egnu dóttir, hevði hana sum fanga í kjallaranum í áravís, misbrúkti hana og fekk fleiri børn við henni. Men hóast fáur dugir at ímynda sær nakað slíkt, eru eysturríksku sálarfrøðingarnir, sum hava kannað hann, á einum máli um, at Josef Fritzl visti, hvat hann gjørdi, og at hann er egnaður til at taka sína revsing.
Sambært blaðnum Der Standard fer rætturin undir at viðgera sjálvt sakarmálið ímóti Josef Fritzl tíðliga næsta ár. Teir seinastu mánaðirnar hava nakrir av teimum fremstu sálarfrøðingunum í Eysturríki kannað Fritzl. Sálarfrøðingurin Adelheid Kastner, sum hevur staðið á odda fyri kanningunum, vil einki siga um úrslitið, men keldur í løgregluni siga fyri Der Standard, at Josef Fritzl er ikki sálarliga sjúkur.
Eysturríkska ákæruvaldið hevur bíðað eftir frágreiðingini hjá sálarfrøðingunum, og talsmaðurin hjá ákæruvaldinum, Gerhard Sedlacek, sigur við Der Standard, at sjálvt ákæruritið verður liðugt um einar tríggjar vikur. Tá verður væntandi eisini avgjørt, nær málið byrjar í rættinum.
Josef Fritzl fekk seks børn við dóttir síni. Eitt av børnunum doyði stutt eftir føðingina. Fritzl sendi ikki boð eftir lækna fyri at hjálpa barninum, og tí er tað ikki óhugsandi, at hann verður skuldsettur fyri at hava beint fyri nýføðinginum og verður skuldsettur fyri dráp, skrivar Der Standard.