Dómsvaldið í Eysturríki hevur nú gjørt av, at rættarmálið ímóti Josef Fritzl byrjar tann 16. mars Eysturríkska ákæruvaldið hevur ákært Josef Fritzl fyri morð, neyðtøku, burturflyting, blóðskemd, ágang og trælahald. Hann kann fáa lívlanga fongsulsrevsing.
Tann 73 ára gamli Josef Fritzl hevur viðgingið, at hann misbrúkti dóttur sína Elisabeth, og at hann fekk sjey børn saman við henni. Hinvegin sigur hann seg ikki hava ábyrgdina av, at eitt av børnunum doyði sum nýføðingur.
Roknað verður við, at rættarmálið fer at taka eina viku.