Fritzl og konan skild

Eysturríkarin Josef Fritzl, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið dóttir sína fleiri túsund ferðir og fingið sjey børn við henni, er nú skildur frá konuni, Rosemarie. Vikublaðið News skrivar, at tað var Josef, sum bað um hjúnarskilnað við teirri grundgeving, at konan vildi ikki koma í fongslið at vitja seg. .

Ein avleiðing av skilnaðinum er, at nú hevur Rosemarie ikki longur atgongd til pensjónina hjá fyrrverandi manninum, skrivar blaðið.

Sum skilst hevur Rosemarie ongantíð vitjað mannin, síðani hann fekk lívlanga fongsulsrevsing í 2009, og hon hevur heldur ikki svarað brøvunum, sum hann hevur sent henni hesi árini .