Frítt spæl er ikki anarki

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur ikki, at tað skal vera ein spurningur um antin frítt spæl ella forskúla, tá ið tað kemur til forskúlakjak.

- Dúgliga verður roynt at gera spurningin um forskúla til eitt stríð millum Lærarafelagið og Pedagogfelagið.

 

Soleiðis tekur Herálvur Jacobsen, formaður fyri Lærarafelagið, til í oddagrein í Skúlablaðnum í gjár, sum heldur, at kjakið sær forðingar framum møguleikar.

 

Sambært Herálvi, eru tað serliga forskúla mótstøðufólkini, sum sleppa til orðanna í kjakinum, og formaðurin í Lærarafelagnum metir ikki, at haldgóð sjónarmið verða førd fram.

 

- Hesi hava í stóran mun gjørt sær dælt av, at mest sum øll gransking á økinum sigur, at tað í besta føri ongan mun ger og, í ringasta føri, er skaðiligt at byrja formliga læring ov tíðliga. Tá verður vanliga hugsað um børn millum null og seks ár, altso ikki um tað, vit kalla forskúlaaldur, skrivar hann. 

 

Sjónarmiðið um, at frítt spæl skal vera avgerandi fyri trivnaðin hjá børnum, góðtekur Herálvur, men hann ivast í hvussu ‘frítt spæl’ verður tulkað og um dagstovnar yvirhøvur skipa frítt spæl á bestan hátt.

 

- Tá granskarar leggja dent á, at børn mennast í spæli, so verður ikki meint við anarki, men um spæl, sum børnini aktivt eru við til at skipa og fremja. Forskúli ella frítt spæl er skeivi spurningurin og er heldur ikki viðkomandi longur. Og tað hevði hjálpt, um vit sóu møguleikararnar, ið staðin fyri at grava okkum niður, skrivar Herálvur Jacobsen.