Frítt at koyra tá lánið var afturgoldið

– Tað er eingin ivi í míni sál um, at ætlanin alla tíðina hevur verið, at tá lánini eru afturgoldin, so skuldi tað verða frítt at koyra.

 

– Tað er eingin ivi í míni sál um, at ætlanin alla tíðina hevur verið, at tá lánini eru afturgoldin, so skuldi tað verða frítt at koyra.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum í sambandi við fyrispurningin hjá Eivini Jacobsen, løgtingsmanni, um gjaldið til Vágatunnilin. Lánini verða skjótt útgoldin, og tí halda mong, at tá verður frítt at koyra.

 

– Men eg skilji nú, at tað eru politikarar, sum meina nakað annað – ein er Poul Michelsen. Tí ræður um at finna eina politiska loysn, so vit fáa loyst hendan trupulleikin, sigur Jørgen Niclasen.

 

Jørgen Niclasen viðgongur, at ein bummur gevur inntøkur.

 

– Men vit eiga at finna út av, um tað ikki eru aðrir meira samhaldsfastir mátar at fáa inntøkur, enn við bummi, sigur Jørgen Niclasen.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jørgen Niclasen.