Frits sýnir fram í Fuglafirði

Frits Johannesen sýnir fram listarverk, sum hann hevur gjørt í vár og summar

 

Leygardagin letur upp framsýning við verkum eftir Frits Johannesen, sum ivaleyst telist millum teir meira navnframu listamenninar í landinum.

Framsýningin hjá Frits verður í Ribarhúsi í Fuglafirði, sum er nýggja gallaríið hjá fuglfirðingum. Øssur Mohr hevur júst havt framsýning har, og nú er tað Frits, sum loysir av.

Á framsýningini, sum letur upp leygardagin, eru ymisk verk hjá Frits. Har eru málningar, tekningar og vatnlitsmyndir at síggja.

Hetta eru listaverk, ið eru gjørd vár og í summar.

Framsýningin letur upp í Ribarhúsi leygardagin kl. 15.00.