Sunnudagin 4. Desember klokkan 16 letur Frits Johannesen upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Hetta er ein framsýning, sum han hevur við saman við abbabørnum og "ommubeiggjabørnum".
Seinastu tíðina hava tey málað saman við abbanum og ommubeiggjanum og børnini hava málað einar 24 málningar og teknað 24 tekningar í sama stíli sum spanski málarin, Joan Miro stíli.
Tá ið framsýningin letur upp, fer Rúni Abrahamsen at flyta fram røðu.










