Frits er sonur Michael og Onnu Kristinu Johannesen úr Tøðuni á Toftum. Frist er giftur við Vilbjørg av Skála, og eiga tey fýra børn - tríggjar synir og eina dóttur.
Sum ungur fór Frits at troyta sjógvin. Hann róði út í Grønlandi í 1960, 1961 og 1962 við bátinum Vaðnum hjá Justinus Hansen á Toftum. Í 1963 og 1966 var hann til fiskiskap við Jógvan Norði við Jógvan I Olsen á Toftum sum skipara. Í 1964 og 1965 róði hann út í Grønlandi við Fiskinum hjá Hanna Højgaard í Króki á Toftum. Seinni hevur Frits eisini av og á verið til skips, men síðan 1967 hevur høvuðsarbeiði hansara verið á landi sum bilførari og grótlaðari.
Ì 1967 keypti Frits sær sín fyrsta lastbil við merkinum Scania frá Rósing Rasmussen í Runavík. Frits hevur gott eyga á Scania-bilunum, og hann hevur bara hildið seg til Scania øll árini. Núverandi bilur, sum er tann fjórði í røðini, er frá 1986. Bilarnir hava altíð verið væl viðfarnir - og týðiliga sæst, at Frits leggur nógv fyri til tess at røkja sín lastbil.
Umframt vanliga lastbilakoyring hevur Frits serliga lagt seg eftir at arbeiða sum grótlaðari. Sigast má, at hann hevur sýnt sera gott hegni til hetta arbeið. Allastaðni, har hann hevur verið, standa garðar hansara sum eitt listarligt prýði fyri eygað, og hann hevur stóra rós uppiborið fyri sítt nærlagni. Mong stórarbeiði eru eisini gjørd hesi árini: við Føroya Banka á Toftum og í Runavík, við kirkjurnar í Fuglafirði, Leirvík og Glyvrum, við minnisvarðan á Toftum og Æðuvík, við nýggja eldrasambýlið Vesturskin á Toftum og mong, mong onnur.
Tað er altíð hugaligt at koma á tal við Frits, sum altíð veit eina góða søgu - gamla ella nýggja. Við sínum lætta lyndi setur Frits altíð dám á, har hann er staddur.
Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja tær, skyldmanninum, hjartaliga tillukku við teimum seksti árunum við bestu ynskjum og Guðs signing.
Súni í Hjøllum










