Frits Johannesen í Galerie Focus.

Fríggjadagin kl. 16 framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus

Fríggjadagin komandi kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.


Framsýningin er opin til 24. september: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.


Á framsýningini eru 30 málningar Málningarnir eru at síggja á heimasíðuni www.galeriefocus.com <http://www.galeriefocus.com> , framsýning.


Frits Johannesen, f. 1944, hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki.

Hann hevur listprýtt: Mentanarhúsið, relieff í sementi til Skjøldurin á Bønhúsinum á Hellunum, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til Sildaverksmiðjuna, træskurð til Hvalvíkar skúla, málað skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og  barnagarðin Stropan á Kambsdali.