Frits er nú farin frá sum lærari, men tað merkir ikki, at hann liggur á tí latu síðuni. Hann hevur í mong ár stjórnað Fuglafjarðar sangkóri, og nú kirkjan í bygdini fyllir 25, hevur hann bílagt eina kantatu:”Yndislig, føgur” frá vinmanninum, kenda danska kórleiðaranum og tónaskaldinum John Høybye. Kantatan skal framførast í Fuglafjarðar kirkju annan hvítusunnudag og kórið hevur, saman við góðari hjálp aðrastaðni frá, brúkt várið til at venja hetta verkið.
Men til venjingina fyri tveimum vikum síðan undraðist eg á, at Frits var ikki har. Spurdi í kaffisteðginum, hvussu hetta kundi bera til og fekk at vita, at hann var í Mentunarhúsinum til frumframførsluna av sangleiki sínum um listamálaran Pablo Picasso, sum fjórði flokkur í Fuglafjarðar skúla framførdi. Hetta er triði barnasangleikurin, sum Frits hevur skrivað, gjørt løg til og sett upp, og kanska eisini tann mest heilskapaði av teimum.
Og gongur tú fram við Ribarhúsi, sært tú, at enn ein listaframsýning er komin upp at hanga har; tað er Frits, sum sýnir fram. Kundi nevnt enn fleiri verkætlanir, sum Frits hevur í stoypiskeiðini, men hetta man vera nóg mikið til at vísa, hvussu stóran týdning Frits hevur fyri mentunarlívið í bygdini.
Stórsta gávan hjá Fritsi man vera, at hann hevur so lætt við at undrast og gerast hugtikin og tað á ein slíkan hátt, at hetta smittar av sær á onnur, tað veri seg næmingar í myndlist ella kórsangarar. Og so er hann altíð við tí góða orðinum og altíð fúsur at geva eitt herðaklapp, soleiðis at tað grør um gangandi fót, har sum hann er. Vil ynskja Fritsi hjartaliga tillukku við degnum og mong virkisár framyvir.
n