Frits framsýnir oljumálningar

Tvøroyri: Eftir at hátíðarhaldið við nýggja Smyrli er at enda komið, fáa suðuroyingar enn eitt høvi til eitt serstakt tiltak.

Seinnapartin sunnudagin lat nevniliga listamaðurin, Frits Johannesen úr Fuglafirði upp eina listaframsýning við oljumálningum í Gallarí Oyggin á Tvøroyri.
Framsýningar er opin til sunnudagin 30. oktober. Opið er allar dagar frá kl. 14 til 18.