Frits á Posthúsinum

Mikumorgunin klokkan 10 letur Frits Johannesen upp listaframsýning á Posthústnum í Klaksvík.


Kl. 14.00 verður fernisering, har Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri Posthúsið – Mentanarhús í Klaksvík, bjóðar listamanninum vælkomnum. Eisini sigur Frits Johannesen frá málningunum á framsýningini. Framsýningin er opin til kl. 15.30.


Hesaferð á Torradøgunum ber til at njóta listagávurnar hjá Frits. Glaðir og litríkir málningar, har ofta sangur og spæl er á skrá. Útjaðarin og smásamfeløgini eru fyri hann miðdepilin, har oftast kreativitetur, skapanarevni og nýhugsan sprettur.


Ella tú kann siga á ein annan hátt – fyri Frits er útjaðarin, miðdepilin. Frits er ongantíð keðiligur at vera saman við – heldur ikki málningar hansara.


Framsýningin er opin mikudag til og við fríggjadag kl. 10.00 – 15.30