Verjuleikarin setti eftir dystin eisini stórt spurnartekin við avgerðina hjá venjaranum.
- Tað sigur seg sjálvt, at eg eri vónbrotin. Eg haldi, at avgerðin er løgin, men eg havi so ikki fingið nakra grundgeving enn, í øllum førum. Rest mást tú spyrja venjaran um, sigur Fritleif í Lambanum í stuttari viðmerking. Tað hevur ikki eydnaðst Sosialinum at fingið viðmerking frá David Jones, venjara hjá ÍF.










