Aftaná 2-0 heimasigurin hjá HB ímóti ÍF fekk Hilmar Jan Hansen orðið á Fritleif í Lambanum hjá ÍF, og hann tosaði eisini við HB-liðskiparan, Fróða Benjaminsen.
Fritleif var vónsvikin um, at ÍF, sum stóran part av dystinum spældu 11 ímóti 10 skuldi standa eftir við ongum. Men hann ásannar, at skaðarnir eru nógvir, og hann gleðir seg til nógv til komandi umfar, tá ÌF-arnir fáa tríggjar vikur at bøta um skaðarnar, tá steypafinalan og EM-undankappingardystur skulu avgreiðast.
Fróði kundi ikki annað enn fegnast um at hava vunnið 10 ímóti 11, men hann ásannaði, at tað gjørdist munandi torførari við einum manni á vøllinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Fritleif í Lambanum og Fróði Benjaminsen søgdu aftaná dystin.